KÍ-liðskiparin: Stóra úrslitið er ikki sodnað enn

03.08.2023 - 10:01
Ítróttur›Fótbóltur
KÍ-liðskiparin: Stóra úrslitið er ikki sodnað enn
Jákup B. Andreasen, KÍ-liðskipari, ásannar her dag eftir, at enn er tað ikki ordiliga sodnað, hvussu stórt avrikið í gjárkvøldið var
Mynd: Ritzau / Scanpix  
Tað er ikki reiðuliga gingið upp fyri KÍ-leikarunum enn, at teir hava varpað svenska meistaraliðið úr Champions League-kappingini

KÍ gjørdi í gjárkvøldið enn ein vørr í Champions League-kappingini, tá ið tað á útivølli í Göteborg eydnaðist at vinna samanlagdan sigur á svenska meistaraliðnum, BK Häcken.

Eftir javnleik 2-2 í vanliga dystinum og 3-3 eftir umdyst, megnaði KÍ at avgera alt í brotssparkskappingini og koma víðari í kappingini.

Liðformaðurin á KÍ-liðnum, Jákup B. Andreasen, ásannar í morgun, at enn er tað ikki ordiliga sodnað, hvussu stórt avrikið í gjárkvøldið var. 

Dagsins maður hjá KÍ var Árni Frederiksberg, ið skjeyt tvey mál í dystinum og legði upp til tað triðja, og haraftrat skoraði hann fyrsta málið í brotssparkskappingini.

KÍ-hópurin er nú á veg úr Göteborg til Kastrup, og kemur við flogfari heim til Føroya í kvøld.

Rómurin á KÍ-hópinum og -viðhaldsfólkum var øgiligur eftir dystin í gjárkvøldið. Stór almenn móttøka verður eisini í Klaksvík, tá KÍ-hópurin kemur aftur til landið í kvøld. 

Summarfestivalurin byrjar eisini í dag, og lítið er at ivast í, at KÍ-sigurin eisini fær innivist á festivalinum. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650