Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
29-03-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.

Harð-rock plátan 'Back in Black' hjá australska bólkinum, AC/DC er ein av heimsins mest keyptu útgávum. Seinasta uppgerðin sigur 50 milliónir seld eintøk, tó torført er at eftirkanna talið. Onkuntíð eru 'væntað' søla og óseldar goymslur íroknaðar sølutøl fyri tónleik. Henda AC/DC heildarútgávan varð...

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátt
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025
'These Dreams', 'What About Love', 'Never', og 'Nothin' At All' eru a-síður frá hesi úgávu, ið bar sjeytiárabólkin Heart fram í kastiljósið av nýggjum. Eitt stórt come back.
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.
08-02-2025
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025
Relax, Two Tribes, The Power of Love, eru kendastu løgini frá hesum fyrra Frankie heildarverkinum. Hettar er ein longd netútgáva av táttinum, ið sendur varð í Plátubarrini.
18-01-2025
Á 'Glass Houses' er fyrsta plettskotið hjá Billy Joel í USA, nevniliga 'It's Still Rock and Roll to Me'. Albumið rakk somu hæddum og er ein tann mest selda Billy Joel útgávan.
11-01-2025