Kultura

Kultura - Knútar, Løstir og minnisframsýning um Olivur við Neyst
17-09-2025
Knútar, Løstir og minnisframsýning um Olivur við Neyst

Í sendingini í dag tosa vit við Mariu Tórgarð, sum í síðstu viku vann Nordic Talents Prize á 250.000 krónur fyri sína framløgu um komandi heimildarfilmin Knútar, sum snýr seg um abort í Føroyum. Vit tosa við hana um heiðurin, aktuellu filmsverkætlanina, og nema eisini við heimildarfilmin "Mammuskepilsið", sum er ein persónligur dokumentarur um upplivingar hjá Mariu við sálarsjúku hjá mammuni. 

Vit fara eisini í Løkshøll, har leikurin Løstir nú verður enduruppsettur í annaðkvøld kl. 19. Leikurin snýr seg um persónligu søgurnar við sálarsjúku hjá Bárði Persson og Barbaru Hesselager.

Listamaðurin Olivur við Neyst andaðist í fjør; 70 ára gamal. Nú skipar Steinprent fyri eini minnisframsýning um Olivur við oljumálingum, steinprentum og vatnlitsmálningum. Vatnlitsmálningarnir og nøkur steinprent hava ligið á goymslu í Steinprenti. Vit tosa við Jan Andersson, Bárð Jákupsson og Kinnu Poulsen um listarligu lívsleiðina og listina hjá Olivuri við Neyst.
 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025
Kultura - nýggju bøkurnar Bók og Hey :)
19-11-2025
Kultura - Bók um Bergithe Johannessen og leikurin Øskufía
12-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025
Kultura - Hans Tórgarð og Teitur fingið virðislønir
29-10-2025
Kultura - Leikurin "Friður á pallinum"
09-10-2025
Kultura - um bókmentir: Kim Simonsen, Markus Hammer og Bergur D. Hansen
08-10-2025
Kultura - nýggi pallistafestivalurin VERK
01-10-2025
Kultura - Upphav, Heystkonsertin hjá FSO og verkið Útgreiningin
24-09-2025