- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Sendingin í dag snýr seg um nýggja pallistafestivalin VERK - Nordic Stage Days, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í døgunum 2.-4. oktober.
Á skránni eru seks ymisk pallistaverk, ein dansiverkstova og tvey pallborðsorðaskiftir við yvirskriftunum: "Hví skulu vit hava pallist", og "hvørjar eru avleiðngarnar, tá ið Tjóðpallurin í einum landi forferst".
Vit spyrja Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum, hví tørvur er á einum føroyskum pallistafestivali? Vit tosa eisini við hana um ymsu tiltøkini á festivalinum, og áhugaverdu evnini, ið sýningarnar seta á skrá. Eisini spyrja vit Gunn, hví hon heldur, at vit skulu hava pallist, og hvørjar avbjóðingar, hon heldur, tað hevur við sær, at okkara Tjóðpallur forferst.
Vit varpa serligt ljós á sýningina Monologar, sum verður leygarkvøldið á pallistafestivalinum. Vit spyrja Riu Tórgarð, leikara og samskipara, hvat eyðkennir ein monolo, og práta við Geir Eyðunsson á Loft, sum skal framføra einrøðuleikin Magnus, sum hann hevur skrivað við støði í spennandi og dramatiskari føroyskari søgn.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.