- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Í sendingini hesa ferð tosa vit við Hans Tórgarð, sjónleikara, týðara og leikstjóra, og Teit Lassen, tónleikara og tónaskald, sum báðir hava fingið virðislønir.
Hans Tórgarð fekk í síðstu viku virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Han hevur í nógv ár verið ein ímynd av føroyskari leiklist, spælt í eini ørgrynnu av leikum, umsett eina rúgvu, skriva handrit og leikstjórnað. Vit práta við Hans Tórgarð um lív og leiklistarligu yrkisleið hansara.
Í gjár var tað almannakunngjørt, at Teitur Lassen fær heiðurslønina "Wilhelm Hansen Fondens hæderspris 2025". Talan er um eina av mest viðurkendu donsku heiðurslønum, sum síðani 1995 er latin stórum nøvnum innan tónleik, sjónleik og dans - eitt nú Astrid Lindgren, Githu Nørby, Isac Steern, Per Nørgaard, Bent Fabricius Bjerre, C. V. Jørgensen, Nicolaj Cederholm, Annisette og Michala Petri.
Við heiðrinum fylgja 200.000 krónur, og umframt Teiti, verður hon latin leikstjóra Jørgen Carlslund, dansara og koreograf Sophia Mage, sjónleikara og leikstjóra Ina-Miriam Rosenbaum og harpespælara Tine Rehling. Hátíðarhaldið verður í Dansehallerne í Keypmannahavn 18. november, tá stuðul eisini verður latin verkætlanum og listafólkum innan tónleik, pallist og dans fyri samanlagt 8 milliónir krónur.
Vit tosa við Teit um heiðurin og fjølbroyttu tónlistayrkisleið hansara.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.