Kultura

Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar

Í Kultura hesa ferð fara vit ein túr í "Savnsgull", á framsýningina "Eftirmyndir" og vit tosa um "Bókadagar", sum verða í Norðurlandahúsinum.

Ivan Hentze Niclasen er júst settur sum verkætlanarleiðari fyri annan part av verkætlanini "Savnsgull". Høvuðsuppgávan er at gera kringvarpssavnið atkomuligt hjá almenninginum. Talan er um eitt stórt arbeiði við fleiri tættum - eitt nú nýggjar skipanir til sjónvarps- og útvarpsframleiðslu í Kringvarpinum, sum skulu knýtast í kringvarpssavnið. Vit tosa við Ivan um arbeiðið at gera savnið atkomuligt, og fregnast um, nær vit øll kunnu leita í savninum. 

Í løtuni er serframsýningin "Eftirmyndir" at síggja í Listasavni Føroya. Talan er um verk eftir listamanninum Jens Dam Ziska. Framsýningin er fyrsta stóra savnsframsýning hansara, og flestu málningarnir eru málaðir í Los Angeles í USA, har hann nam sær listaútbúgving (MFA) á University California. Vit tosa við Jens Dam Ziska um framsýningina, listarligan íblástur og hvat málningalistin kann geva okkum í eini samtið, har alt gongur við rúkandi ferð.

Og so taka vit eisini pulsin á bókadøgum, sum verða 14.-16. november. Á skránni er ein rúgva av tiltøkum, verkstovum og nýggjum bókum. Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum kemur í gátt.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025
Kultura - Tjóðsavn í Hoydølum, Jane Austen og desembur í Fuglafirði
10-12-2025
Kultura - listprýðing í svimjihøll og Føroysk málsøga
03-12-2025
Kultura - Mín jólabók, Rýtmografi og Rúnaspá
26-11-2025
Kultura - nýggju bøkurnar Bók og Hey :)
19-11-2025
Kultura - Bók um Bergithe Johannessen og leikurin Øskufía
12-11-2025
Kultura - Savnsgull, Eftirmyndir og Bókadagar
05-11-2025
Kultura - Hans Tórgarð og Teitur fingið virðislønir
29-10-2025
Kultura - Leikurin "Friður á pallinum"
09-10-2025
Kultura - um bókmentir: Kim Simonsen, Markus Hammer og Bergur D. Hansen
08-10-2025
Kultura - nýggi pallistafestivalurin VERK
01-10-2025
Kultura - Upphav, Heystkonsertin hjá FSO og verkið Útgreiningin
24-09-2025