Nýggj dátuverndarlóg á veg

Nýggj dátuverndarlóg á veg
Nýggja dátuverndarlógin skal avloysa galdandi lóg um viðgerð av persónsupplýsingum frá 2001. Uppskotið er í løtuni til hoyringar
Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um dátuverndarlóg, men fleiri ivaspurningar eru
 
21.10.2019 - 15:28

Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um dátuverndarlóg, men fleiri ivaspurningar eru, sum kunnu verða torførir at gjøgnumskoða, sigur Vinnuhúsið.

Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á tey, sum hava dátuábyrgd á stovnum og í fyritøkum.

Tað er ikki eitt krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, men Vinnuhúsið sigur, at tað er ikki greitt, hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk.

Neyðugt við einari allýsing

Í uppskotinum verður sagt, at kravið um persónsupplýsingar er ikki galdandi fyri fyritøkur, har færri enn 250 starvsfólk starvast.

Men kravið skal kortini verða galdandi fyri fyritøkur, sum hava færri enn 250 starvsfólk, um tað er sannlíkt, at viðgerðin hevur váða.

Vinnuhúsið heldur, at neyðugt er at fáa allýst, hvussu hetta skal skiljast.

Sektin hækkar munandi

Skotið verður upp, at sektin fyri brot á persónsupplýsingar hækkar munandi, soleiðis at bótin verður á sama stigi sum í Danmark, har til dømis ein hýruvognsstøð fekk 1,2 milliónir krónur í bót.

Vinnuhúsið heldur, at hetta eru spurningar, sum eiga at verða lýstir og greinaðir nærri, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri tingið.

Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum tiltaki um nýggju dátuverndarlógina hósdagin 31. oktober, har Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fer at greiða frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858