Stovna føroysklærarafelag

Stovna føroysklærarafelag
Eitt áhugafelag fyri lærarar í móðurmálinum verður nú stovnað
 
30.10.2019 - 15:25

Í kvøld er ætlanin at stovna eitt áhugafelag fyri lærarar í móðurmálinum, á øllum stigum, úr barnagarði til fróðskaparsetur.

Ætlanin er, at felagið skal eggja til samstarv millum lærarar í føroyskum, skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum, og hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum norðurlondunum.

Stovnandi fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali í kvøld klokkan 19. Tær, sum hava tikið stig til at stovna felagið, eru Katrin Næs, Henrietta A. Jaobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634