Útlátið skal niður í helvt

Útlátið skal niður í helvt
Tórshavnar kommuna ætlar at hava helvtina minni útlát í 2025 enn útlátið var í 2016. Orkupolitikkurin hjá kommununi er nú settur í gildi
Tórshavnar kommuna ætlar at minka um útlátið, millum annað við at bussarnir í framtíðini skulu brúka streym
 
04.12.2019 - 09:28

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt orkupolitikkin, mælir til, at farið verður frá olju til fjarhita, jarðhita ella hitapumpu í bygningunum hjá kommununi, at LED perur verða settar í øll gøtuljós, at 70 til 80 bilar hjá kommununi vera el-bilar og, at bussarnir hjá Bussleiðini brúka streym.

Men fortreytirnar fyri, at tølini í orkupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu halda, eru, at ætlanin hjá SEV um at gera 80 prosent grøna orku í 2025 heldur, og, at Fjarhitafelagið áhaldandi útbyggir.

Arbeiðsbólkurin sigur, at játtast skulu 13,5 milliónir krónur um árið næstu seks árini, 2020 til 2025, skal ætlanin við orkupolitikkinum fremjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533