Frágreiðing: Trump hevur misnýtt embætið

Frágreiðing: Trump hevur misnýtt embætið
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur misnýtt embæti sítt sum forseti, stendur í einari frágreiðing, sum demokratarnir hava kunngjørt
Rættarnevndin fer nú at viðgera eina frágreiðing um Donald Trump, sum fregnartænastunevndin í amerikansku kongressini hevur skrivað eftir hoyringarnar seinastu vikurnar
 
04.12.2019 - 15:34

Frágreiðingin er 300 síður. Fregnartænastunevndin í amerikansku kongressini hevur skrivað frágreiðingina, sum er ein samandráttur av hoyringunum seinastu vikurnar.

Rættarnevndin fer nú at viðgera frágreiðingina, og síðani fer umboðsmannatingið formliga at taka støðu til, um grundarlag er fyri at byrja eitt ríkisrættarmál móti Trump.

Frágreiðingin viðger Ukraina-málið

Frágreiðingin viðger Ukraina-málið, sum tað verður nevnt, har Trump verður lagdur undir at hava lagt trýst á ukrainska forsetan, Zelinskij, til tess at fáa hann at kanna fyrrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur.

Demokratarnir siga, at forsetin við at gera hetta hevur misnýtt embæti sítt. Teir siga eisini, at Donald Trump helt fleiri milliardum dollarum aftur, sum Ukraina skuldi nýta til hernaðarlig endamál, til hann hevðí fingið vissu fyri, at ukrainski forsetin fór at kanna feðgarnar, Joe og Hunter Biden.

Republikanararnir vísa skuldsetingunum aftur og siga, at forsetin hevur einki ólógligt gjørt. Donald Trump hevur viðgingið, at peningur varð hildin aftur, men hann vísir aftur, at tað varð gjørt fyri at leggja trýst á Zelenskij, forseta í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025