Berlingske: Sendiharrin hótti landsstýrið

Berlingske: Sendiharrin hótti landsstýrið
Fær Huawei onga avtalu um 5G-net, so verður eingin fríhandilsavtala við Kina. Hesi vóru boðini frá kinesiska sendiharranum, sambært Berlingske
 
10.12.2019 - 16:50

Kinesiski sendiharrin í Danmark hótti løgmann við at steðga tilgongdini at fáa fríhandilssáttmála við Kina, um Huawei ikki fekk arbeiðið at gera 5G-netið í Føroyum.

Tað avdúkar danska blaðið Berlingske í dag.

Berlingske skrivar, at tann 11. november gjørdi kinesiski sendiharrin, Feng Tie, greitt á tveimum fundum við landsstýrisfólk, at ger Føroya Tele  avtalu við Huawei um at byggja 5G-netið, so er einki í vegin fyri, at Kina og Føroyar kunnu gera eina fríhandilsavtalu.

Fyrri fundurin var við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, og seinni fundurin var við Bárð Nielsen, løgmann, og Jørgen Niclasen, sum varðar av almenna partafelagnum Føroya Tele,.

Danska blaðið nevnir einki um, hvaðani tað hevur hesi tíðindi.

Víðari skrivar Berlingske, at ljóðupptøkan millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og aðalstjóran í umhvørvis- og vinnumálaráðnum avdúkar, at Bárður Nielsen, løgmaður, hevur á fundi við kinesiska sendiharran gjørt greitt, at landsstýrið leggur seg ikki útí, hvør tele-fyritøka skal lata 5G-útgerðina til Føroya Tele.

Ljóðupptøkan avdúkar eisini, at danska verjumálaráðið hevur nevnt fyri landsstýrinum, at ráðið heldur tað vera best ikki at velja Huawei at lata 5G-netið.

Berlingske hevur í fleiri førum biðið kinesisku sendistovuna um viðmerking, men uttan úrslit.

Huawei sigur við Berlingske, at felagið kennir einki til fundirnar millum kinesiska sendiharran og føroysku landsstýrisfólkini.

Øll greinin kann lesast her (krevur blaðhald)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155