Hava brúkt yvir 100 milliónir krónur

Hava brúkt yvir 100 milliónir krónur
Tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin hava brúkt 61 milliónir til rakstur og 40 milliónir til íløgur, síðani tær yvirtóku eldraøkið frá landinum
 
11.12.2019 - 10:34

Tær triggjar kommurnar við Skálafjørðin, Sjóvar kommuna, Nes kommuna og Runavíkar kommuna, hava higartil brúkt yvir hundrað milliónir krónur úr kommunukassunum til eldraøkið, sum varð yvirtikið frá landinum í 2015.

Teir tríggir borgarstjórarnir siga, at 61 milliónir krónur eru brúktar til rakstur og 40 milliónir krónur til íløgur í seks ár. Kommunurnar eru saman um Roðan, sum er samstarvið um tey eldri.

Ætlanin var, tá kommunurnar tóku við eldraøkinum tann 1.januar 2015, at landið skuldi gjalda. Men summar kommunur hava hall og aðrar vinnning av eldraøkinum.

Afturberingarlykilin er líka lítið hóskiligur í dag, sum hann var fyri skjótt fimm árum síðani, siga teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327