Framvegis eingin veðurstova

Framvegis eingin veðurstova
Málsøkið varð yvirtikið fyri 11 árum síðani, men enn er lítið og einki hent
10.01.2020 - 14:52

Løgtingið samtykti fyri 11 árum síðani at yvirtaka veðurtænastuna frá dønum.

Men síðani er lítið og einki hent.

Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera tilmæli í málinum.

Hanus Kjølbro, veðurkønur og limur í arbeiðsbólkinum, sigur, at alt er til reiðar at seta føroyska veðurstovu á stovn.

Ein yrkisbólkur, sum kennir til avleiðingarnar, at vit ikki hava veðurstovu, er flogskipararnir. 

Teir noyðast at dúva upp á yvirskipaðar veðurforsøgnir frá útlendskum veðurstovnum.

Janus Rein, fyrrverandi flogskipari, verður gestur í Degi og Viku í kvøld.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775