Undirhúsið góðkent Brexit

Undirhúsið góðkent Brexit
ES-tingið skal eisini góðkenna ætlanina, áðrenn Bretland kann fara úr ES 31. januar sum ætlað
 
10.01.2020 - 14:27

Bretska undirhúsið hevur góðkent lógargrundarlagið hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, fyri brexit.

330 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum og 231 ímóti.

Sostatt er fyrsta stigið tikið at Bretland fer úr ES 31. januar.

Men áðrenn ætlanin skal setast í verk, skal ES-tingið góðtaka ætlanina. Hildið verður ikki, at tað verður nakar trupulleiki.

Stutt orðaskifti

Tað var ikki stórvegis orðaskifti um ætlanirar hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, og orðaskiftið vardi stutt.

- Vit fara úr ES 31. januar sum ætlað, sigur ein talsmaður fyri bretsku stjórnina.

Andstøðuflokkurin, Labour, sum stendur seg søguliga illa í bretskum politikki, atkvøddi ímóti avtaluni, og tað var eisini væntandi,men tað hevði ongan týdning fyri úrslitið.

Nú undirhúsið hevur góðkent ætlanina, kann Boris Johnson, forsætisráðharri, fara undir at fyrireika endaligu samráðingarnar við hini 27 ES-londini, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672