Síðsti framløgudagur 6. mars

Síðsti framløgudagur 6. mars
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur ásett síðsta framløgudag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2020 - 10:27

Seinasta freist at leggja tingmál fram, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, er fríggjadagin 6. mars.

Løgtingsskrivstovan sigur, at tingmálini skulu vera umsitingini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. februar á middegi.

Mál, sum ikki eru komin umsitingini í hendi, tá freistin er farin, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723