Aksel spyr um vaktarvirksemi

Aksel spyr um vaktarvirksemi
Aksel V. Johannesen sigur, at hóast lítil kriminalitetur er í landinum, er tørvur á vaktarfólki, sum halda vakt við almennar og privatar bygningar
 
26.01.2020 - 11:49

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum spyr Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um ætlanin er at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum.

Aksel V. Johannesen sigur, at hóast lítil kriminalitetur er í landinum, er tørvur á vaktarfólki, sum halda vakt við almennar og privatar bygningar.

Nógv vinnuligt vaktarvirksemi er, men eingin lóg er á økinum, og sostatt ongar treytir fyri, hvørjar førleikar vaktarfólk skulu hava.

Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað hevði veri áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið í vaktarvirksemi í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672