Nú skal ruskið í Vági skiljast

Nú skal ruskið í Vági skiljast
Í Vági fara tey nú at skilja lívrunnið burturkast frá øðrum húsarhaldsruski
 
28.01.2020 - 07:50

Á býráðsfundi í Vági í gjár varð løgd fram frágreiðingin Nýskipan og nýhugsan av renovatiónøkinum - Vágs kommuna á grønari leið.

Borgarafundur um frágreiðingina verður seinnapartin í februar, og í mars fara fyrstu húsarhaldini í Vági at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. 

Hann sigur, at í 2022 verður ruskið, sum fer til IRF úr Vágs kommunu, 20 til 25 prosent minni enn nú. Á borgarafundinum í februar verða húsarhald boðin at vera við nýggju skipanini, sigur Dennis Holm.

Í fyrsta umfari vera minst 30 húsarhald við. Lívrunnið tilfar fer í eina kommunala kompostskipan og gjørd til sankutøð. Um eitt til hálvtannað ár er ætlanin, at øll húsarhaldini í kommununi vera við í skipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053