SEV ger royndir við sjóvarfalsorku

SEV ger royndir við sjóvarfalsorku
Ein ætlan um sjóvarfalsorku hjá SEV í Vestmannasundi hevur fingið 19 milliónir krónur í ES-stuðli
SEV ætlar at gera royndir við sjóvarfalsorku á 55 til 60 metra dýpi í Vestmannasundi
 
30.01.2020 - 08:12

SEV ætlar nú at royna seg við sjóvarfalsorku. Ætlanin er at seta tveir sveimandi drekar á 55 til 60 metra dýpi í Vestmannasundi, nakað norðan fyri Oyrargjógv.

Árinini á umhvørvið eru mett, og umhvørvisárinsmetingin er nú til hoyringar í fýra vikur.

Samanumtikið metir SEV, at stórvegis vandi er ikki fyri ógvusligum árini á nakran djórabólk, og møgulig árin verða avmarkað til tíðarskeiðið, sum royndarverkætlanin við sveimandi drekunum varar.

Kunnu steðgast við stuttum skotbrái

Møguligt er við stuttum skotbrái at steðga drekunum. Hetta er ein fyrimunur, tá grind verður rikin í Vestmannasundi. Drekarnir kunnu gera 100 kilowatt hvør. Tað svarar til elnýtsluna hjá 120 til 160 sethúsum.

Teir ferðast í einum áttatalsmynstri. Ferðin verður seks til tíggju metrar um sekundið. Tá sjódrekarnir gera streym, sveima teir áhaldandi millum 20 og 40 metra dýpi. Á kyrrindum hanga sjódrekarnir minst átta metrar undir vatnskorpuni.

SEV hevur samstarv við svensku fyritøkuna Minesto um royndarverkætlanina. Ætlanin hevur fingið 2,5 milliónir evrur, næstan 19 milliónir krónur, í stuðli frá Horizon 2020 grunninum hjá ES. Royndarverkætlanin varar til 31. desember 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424