Trý tilboð bíligari enn kostnaðarmetingin

Trý tilboð bíligari enn kostnaðarmetingin
91 grundstykki vera á Fossum í Klaksvík, 44 til sethús og 47 til raðhús.
 
12.02.2020 - 14:20

Trý av fýra tilboðum vóru undir kostnaðarmetingini, tá tilboðini upp á útstykkingina á Fossum í Klaksvík vórðu latin upp í gjár.

Kostnaðarmetingin er slakar 37,5 mió. kr.

Lægsta tilboðið er slakar 31 milliónir krónur, tað er frá RTS.

Síðani koma Articon við 33,7 mió. kr., Kanjon við 36,6 milliónum og hægsta tilboðið, 39,5 mió. kr., er frá J&K Petersen.

Nærlesa tilboðini    

Tilboðini verða nú nærlisin, áðrenn avgjørt verður, hvør fær arbeiðið, sum eftir ætlan skal byrja í mai í ár.

91 grundstykki vera á Fossum, 44 til sethús og 47 til raðhús.

Í fyrsta byggistigi vera 19 grundøki til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi vera 24 grundøki til sethús og í triðja byggistigi 33 grundøki til raðhús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329