600 fleiri løntakarar í fjør

600 fleiri løntakarar í fjør
Vøksturin er minni nú, sigur Hagstovan
Í desember í fjør vóru 28.060 løntakarar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2020 - 11:07

Í desember í fjør vóru 28.060 løntakarar, 600 fleiri enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tað legst aftrat løntakaraskaranum, men vøksturin er minni nú, sigur Hagstovan.

Í desember vóru umleið 14.600 menn og 13.450 kvinnur løntakarar, 52 prosent menn og 48 prosent kvinnur. 

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at vøksturin í privatu tænastuvinnunum fór at minka.

Vøkstur er framvegis í hinum vinnugreinabólkunum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858