Avlýsa aðalfund og viðgera vinningsbýti av nýggjum

bannari
Avlýsa aðalfund og viðgera vinningsbýti av nýggjum
BankNordik hevur tikið av væntanina um at hava 100-150 milliónir krónur í avlopi í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2020 - 15:02

BankNordik hevur avgjørt at avlýsa ársaðalfundin, sum skuldi vera hósdagin í næstu viku, upplýsir bankin seinnapartin.

Óvissan um, hvussu leingi COVID-19 fer at herja, ber í sær, at tað í løtuni er sera trupult at meta um, hvørjar langskygdar avleiðingar virusið fer at hava fyri virksemið og fíggjarliga úrslitið hjá BankNordik-samtakinum, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Nevndin í BankNordik hevur tískil avgjørt fyribils at avtaka áður fráboðaðu væntanirnar um 100-150 milliónir krónur í nettoúrsliti fyri 2020, hóast virksemið hevur roynst væl higartil í ár.

Viðgera eisini vinningsbýtið

Fíggjarligu útlitini fyri 2019 verða dagførd í sambandi við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum verður kunngjørdur tann 30. apríl.

Tá nýggjur ársaðalfundur verður ásettur, fer nevndin í bankanum at viðgera vinningsbýtið fyri 2019 av nýggjum, við støði í fíggjarligu støðuni og útlitunum fyri framtíðina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928