ES finst at pólsku stjórnini

ES finst at pólsku stjórnini
Ein ES-dómstólur hevur nú álagt Póllandi at niðurleggja eina politiskt setta nevnd, ið skal hava eftirlit við dómsvaldinum í landinum
Donald Tusk, fyrrverandi forseti í ES ráðnum
 
13.04.2020 - 12:21

Nevndin, sum varð stovnað í 2017, er í stóran mun mannað av stjórnarflokkinum Lóg og Rættvísi og nevndin hevur longu verið til verka.

Í mars tóku teir órini frá dómararnum Igor Tuleya, sum hevur verið ógvuliga atfinningarsamur móti flokkinum. Tað merkir, at hann nú kann rættarsøkjast.

Órini varð tikið frá honum, tí hann var ákærdur fyri einaferð at hava latið ein journalist sleppa inn í rættarhølini, hóast hesin ikki hevði galdandi loyvi. Verður hann dømdur sekur fyri brotið, skal dómarin í fongsul.

Forsetaval í Póllandi í mai

Fleiri politikarar í Póllandi, teirra millum fyrrverandi forsetin í ES-ráðnum, Donald Tusk, hava sagt, at heldur Pólland fram við einum politikki, sum víkir so nógv frá ES-reglum, so er vandi fyri, at Pólland ein dag ikki er partur av ES meira.

Stjórnin í Póllandi hevur sagt, at hon fer at nærlesa niðurstøðuna hjá ES-dómstólinum, men at hon samstundis finst at ES fyri at gera seg inn á frælsið hjá einum sjálvstøðugum landi at stýra sær sjálvum.

Forsetaval verður eisini í Póllandí næsta mánað, hóast landið er meint rakt av koronasmittuni. Veljast skal ikki á valstøðum, men við brævatkvøðu. Tað varð staðfest í nýggjari lóg, sum varð samtykt í síðstu viku.

Fleiri kunnu ikki velja

Tað hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við fólkaræðið í valinum, tí ikki øll hava somu møguleikar at velja við brævatkvøðu, og sannlíkt er, at fleiri als ikki hava møguleika at taka lut í valinum.

Tað er ikki bara í Póllandi, at spurningar verða settir við stýringina hjá sitandi stjórnarflokkum í hesum døgum.

Fleiri stúra eisini fyri fólkaræðisligu mannagongdunum í eitt nú Ungarn, har forsætisráðharrin, Viktor Orban, at kalla einsamallur hevur ræðið. Har er lóg samtykt, sum gevur honum heimild at stýra landinum við kunngerðum meðan heilsukreppan stendur á, men lógin hevur onga dagfesting nær hon fer úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635