– Ov tíðliga at lata skúlar og dagstovnar upp

bannari
– Ov tíðliga at lata skúlar og dagstovnar upp
Føroyar áttu at bíða, til vit síggja, hvat tey stóru evropeisku londini gera, heldur Shahin Gaïni, serlækni í infektiónssjúkum
Tað er ov tíðliga at lata dagstovnar og skúlar uppaftur, heldur Shahin Gaïni, serlækni
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
14.04.2020 - 14:50

– Tað er ov tíðliga, at lata dagstovnar og skúlar upp longu nú. Føroyar skuldu heldur bíða við at tikið slíkar avgerðir, til vit síggja, hvat stóru evropeisku londini gera.

Tað sigur Shahin Gaïni, serlækni í infektiónssjúkum, nú skúlar og dagstovnar gera klárt til at taka ímóti børnum aftur mánadagin.

Shahin Gaïni sigur í samrøðu við danska blaðið, Politiken, at hann saknar eina neyva grundgevinging fyri, hví skúlar og dagstovnar skulu lata upp nú.

Skuldu bíða so leingi, sum tilber

Shahin Gaïni skilur kortini grundgevingina um, at foreldur skulu aftur til arbeiðis, og tí mugu fáa børnini ansað á stovni ella aftur í skúla.

Í Føroyum er eingin tilburður av COVID-19-sjúkuni staðfestur síðani 6. apríl. Enn er kortini ov tíðliga at siga, at smittuvandin er av.

– Í staðin fyri at skunda okkum, at taka avgerðir, skuldu vit heldur bíðað við at lata skúlar og dagstovnar upp, so leingi, sum tilber, heldur Shahin Gaïni.

Hoyr eina longri samrøðu við Shahin Gaïni her.

1364263
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541