NemID verður nú eitt krav

NemID verður nú eitt krav
Framyvir er neyðugt at hava NemID-skipanina, vilt tú brúka netbankan hjá føroysku peningastovnunum
Í framtíðini mást tú hava NemID, vilt tú brúka netbankan hjá føroysku peningastovnunum
 
15.04.2020 - 08:32

Í tíðindaskrivi upplýsir Felagið peningastovnar, at farið verður burtur frá gomlu Cryptomathic innritanini, umframt at Lønarportalurin verður avtikin.

Sambært felagnum er orsøkin, at Cryptomathic verður ikki longur mett at vera ein trygg innritanarloysn fyri kundarnar. Tí verður hesin háttur at rita inn í Netbankan og Lønarportalin ikki longur tøkur tann 29. mai 2020.

 >> SÍ EISINI Hetta fer í søguna

Sambært føroyskum peningastovnum innrita flestallir føroyingar við NemID í Netbankanum, tó at nakrir fáir privat- og vinnukundar framvegis brúka Cryptomathic innritanina til Netbankan og nøkur vinnurekandi til Lønarportalin.

Samstundis boðar felagið frá, at føroyska innritanarloysnin - Talgildi Samleikin - verður væntandi klár í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730