- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA steðgar útgjaldi til WHO

Tað segði hann á tíðindafundi í nátt okkara tíð, skrivar Danmarks Radio. Trump segði, at hann hevur givið umsitingini boð um at steðga gjaldingunum - í øllum førum fyribils.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, stúrir fyri, at amerikanska gávublídnið er vorðið misnýtt undir koronakreppuni, sum hann orðar seg.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Her boðar Trump frá, at gjaldið til WHO steðgar
Trump hevur fleiri ferðir síðstu vikurnar funnist at WHO. Millum annað heldur hann, at Heimsheilsustovnurin skuldi havt lýst virusið sum eina heimsfarsótt fyrr, enn WHO gjørdi.
Donald Trump heldur eisini, at WHO hevur verið í parti við Kina, og hevur borið fram "rangar upplýsingar" úr Kina um virusið, sum hevur gjørt, at útbrotið varð størri enn tað kundi havt verið.
WHO er undir ST, og USA er størsti einstaki fíggjarin. Í fjør rindaði USA 2,7 milliardir til WHO. Trump segði í nátt, at hann nú fer at hyggja nærri at, hvat peningurin í staðin skal nýtast til.


























