- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm milliónir arbeiðsleys eftir einari viku

Fleiri enn 22 milliónir amerikanarar hava síðstu fýra vikurnar boðað frá, at teir eru arbeiðsleysir. Tað skrivar blaðið The New York Times á netinum.
Talið av arbeiðsleysum í USA veksur skjótt í hesum døgum. Í gjár løgdust 5,2 milliónir aftrat talinum av arbeiðsleysum, ið sostatt er farið upp um 22 milliónir fólk.
>> SÍ EISINI Tølini seta met: 10 milliónir fólk arbeiðsleys
Tað eru líka nógv størv, sum eru komin aftrat síðani seinasta fíggjarkreppan rakti fyri góðum 10 árum síðani, og tað er í øllum vinnum, skrivar The New York Times.
Stóra arbeiðsloysið leggur trýst á tilmælini um, at fólk skulu verða heima. Donald Trump, forseti, segði á tíðindafundi í gjár, at USA fer at lata uppaftur skjótt.
– Tað má vera javnvág í. Fólk mugu sleppa aftur til arbeiðis, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, mikudagin.


























