Talið veksur framvegis

bannari
Talið veksur framvegis
Talið á fólki, sum fáa serliga korona-lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini, nærkast so smátt teimum 4.000
Nú hava tilsamans 3.804 fólk fingið játtað korona-lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini
 
18.04.2020 - 15:14

Nú hava tilsamans 3.804 fólk í Føroyum fingið játtað serliga korona-lønarískoytið. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Tá skipanin við lønarískoytinum byrjaði, vóru tað væl fleiri kvinnur enn menn, sum fingu játtað lønarískoytið, men soleiðis er ikki nú.

Nú er javnvág í tølunum og kynunum. Nú hava 1.902 kvinnur fingið játtað lønarískoytið, og somuleiðis eisini 1.902 menn, sambært tølunum.

Serliga korona-lønarískoytið er í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin. Útgoldna upphæddin verður tillagað eftir, hvussu nógvir dagar eru í einum mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659