Kappróðurin avlýstur í ár

bannari
Kappróðurin avlýstur í ár
Koronuráðgevingin heldur ikki, at tað ber til at rógva kapp á tryggan hátt í hesum koronutíðum
 
21.04.2020 - 07:56

Heldur eingin kappróður verður í ár. Róðrarsambandið hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár. 

Hetta fingu kappróðrarfeløgini at vita í gjárkvøldið. Tey taka undir við avgerðini, sigur Róðrarsambandið.

Kann ikki rógvast uppá tryggan hátt

Uppskot var annars gjørt um venjing og kappingar, men Koronuráðgevingin heldur ikki, at tað ber til at rógva kapp á tryggan hátt í hesum koronutíðum. 

Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt, og andingin hjá rógvarunum stór og kraftmikil. Hetta ger, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. 

Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskur og handskar. Koronuráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár, sigur Róðrarsambandið, sum eisini mælir frá, at vant verður í bátunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541