Annarhvør fraklendingur arbeiðsleysur

bannari
Annarhvør fraklendingur arbeiðsleysur
Umleið helvtin av arbeiðsfjøldini í Fraklandi er rakt av arbeiðsloysi
Ein maður uttan fyri Les Deux Magots-kaffistovuna í París sunnudagin 15. mars. Nú eru 90 prosent av øllum starvsfólkunum í matstovuvinnuni í Fraklandi koyrd til hús
Mynd: AP  
 
23.04.2020 - 08:55

Í Fraklandi eru nú fleiri enn 10 milliónir fólk heilt- ella lutvíst arbeiðsleys. Sambært The Guardian svarar hetta til umleið helmingin av fronsku arbeiðsfjøldini.

Tey fáa sostatt endurgoldið part av teirra løn frá franska statinum, í eini líknandi skipan sum koronaskipanin hjá ALS her í Føroyum.

Umleið 60 prosent av øllum fyritøkum í Fraklandi hava koyrt fólk heilt, ella partvís niður í tíð, vegna koronakreppuna. 

Tað er serliga byggi-, hotel- og matstovuvinnan í Fraklandi, sum er hart rakt. Har eru ávikavist 93 og 90 prosent av starvsfólkunum koyrd til hús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647