Breddin: Korona, sóttarhald og politisk andstøða

Breddin: Korona, sóttarhald og politisk andstøða
Breddin er á skránni aftur eftir tíðindini klokkan 17
Skulu fólk tvingast í sóttarhald, tá tey koma til landið? Spurningurin verður viðgjørdur í Breddanum í dag
 
28.04.2020 - 13:38

Spurningurin um, hvat ein myndugleiki kann loyva sær mótvegis borgarum, er aftur aktuellur, nú myndugleikar kring allan heim hava fingið víðkaðar heimildir at hava eftirlit við borgarum, í royndini at basa koronasjúkuni.

Í Føroyum kemur kjakið serliga til sjóndar í spurninginum, um farsóttarlógin skal herðast, so at myndugleikarnir fáa sterkari amboð, og um vit skulu tvinga fólk í sóttarhald, tá tey koma til landið.

Fyri hvønn dag, sum gongur, tykist spurningurin at gerast alsamt meira átrokandi, samstundis sum tað gerst meiri sannlíkt, at eingin smitta er í Føroyum.

Men politiski myndugleikin hevur higartil hildið aftur við at útvega sær slíkar heimildir.

Breddin lýsir gongdina og viðger hana við saman við serfrøðingum.

Andstøða í kreppustøðu

Stríðið móti korona hevur ávirkað gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum. Og tað merkist eisini hjá lóggávuvaldinum, tí smittuvandin hevur skert tingarbeiðið

Og serliga hjá andstøðuni merkist, at vanliga tingarbeiði liggur at kalla stilt, samstundis sum avgerðir verða tiknar aðrastaðni.

Í Breddanum hyggja vit nærri at, hvussu leikluturin hjá andstøðuni broytist í slíkum tíðum.

Breddin í útvarpinum eftir tíðindini klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043