Talgildi samleikin útsettur

Talgildi samleikin útsettur
Talgildi samleikin skuldi fara at virka 29. mai, men hetta er nú útsett til august ella september. Korona er orsøkin
 
06.05.2020 - 07:11

Men útvaldir brúkarar fara tó at taka føroyska samleikan í brúk í juni og juli. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað einum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu.Hon spurdi um talgilda samleikan, netbankan og danska NemID.

Jørgen Niclasen sigur, at nøkur noyðast at skifta tvær ferðir, fyrst frá gomlu innritanini í netbankan og Lønarportalin, Cryptomatic, og síðani frá NemID til føroyska talgilda samleikan.

 >> SÍ EISINI Netbankakundar skulu brúka NemID

Cryptomatic innritanin er ikki nóg trygg, siga peningastovnarnir. Tí heldur hon uppat 29. mai í ár. 

Og av tí, at talgildi samleikin ikki kemur 29. mai kortini, noyðast tey, sum brúka Cryptomatic, at fáa sær NemID. 

Í 2015 gjørdu landsstýrið og peningastovnarnir annars avtalu um at sleppa kravinum um at brúka NemID. Føroyingar skuldu brúka Cryptomatic. Nú hava flestu føroyingar NemID.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065