Eingin løgtingsfundur ásettur enn

Eingin løgtingsfundur ásettur enn
Fyrsti løgtingsfundurin í 2013 er ikki ásettur enn. Men eingin fundur verður fyri hálvan januar, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
 
04.01.2013 - 11:55
Men tað eru nokk av málum at taka upp til viðgerðar. Aðalorðaskifti um eldrapolitikk verður eitt tað fyrsta, sum verður á dagsskránni hjá løgtinginum, tá tað kemur saman aftur.
 
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at geva løgtinginum eina frágreiðing um, hvat landsstýrið ætlar á eldraøkinum, og síðani verður aðalorðaskifti um tað.
 
Stjórnarskipanin
Eitt aðalorðaskifti hevur higartil verið í hesari tingsetuni. Tað var um fiskivinnupolitikkin í framtíðini. Bara trý tingmál, sum vórðu løgdu fram fyri jól, hava onga viðgerð havt enn.
 
Eitt teirra er uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnarskipan Føroya. Tað varð lagt fram 7.september. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn. Løgtingsformaðurin sigur, at flokkarnir, sum eiga málið, bóðu um at fáa fyrstu viðgerð útsetta, tá hon skuldi vera tíðliga í heyst.
 
Meirilutin í formansskapinum fer at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur, tí umsitingin hjá løgtinginum sigur, at uppskotið um stjórnarskipan er brot á stýriskipanarlógina.
 
Nýggjársaftan segði løgmaður við Útvarpið, at hann fer sjálvur at koma við einum uppskoti um føroyska stjórnarskipan. 
 
Kringvarpsgjaldið
Ein tingnevnd hevur fund fyrrapartin í januar. Hósdagin fer Mentanarnevndin at viðgera fýra mál. Teirra millum er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um kringvarpsgjaldið.
 
Flokkarnir mæla til, at øll rinda 0,58 prosent av skattskyldugu inntøkuni í kringvarpsgjaldi. 
 
Teir skjóta eisini upp, at lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum verða settar í ein miðlagrunn, haðani allir fjølmiðlar kunnu søkja stuðul.      
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263