Lønargjaldingarnar í apríl tær somu sum í fjør

Lønargjaldingarnar í apríl tær somu sum í fjør
Vøksturin í lønargjaldingunum seinnu árini er steðgaður, sigur Hagstovan
Tænastuvinnan rindaði 234 mió. kr. í lønum í apríl
 
06.05.2020 - 11:26

Fólk í Føroyum fingu 845 mió. kr. í løn í apríl. Tað eru bara fýra milliónir krónur meira enn í apríl í fjør. 

Í mars vóru lønirnar góðar 875 milliónir. Og vøksturin í lønargjaldingunum seinnu árini er steðgaður.

Hagstovan hevur ikki arbeiðsloysisstuðul, lønarískoyti frá Arbeiðsloysisskipanini, B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, veitingar og eftirlønir við í tølunum.

Minni í privata geiranum

Serliga í privatu tænastuvinnuni er lønin minkað. Privat tænastuvinna eru til dømis hotell, matstovur, handlar, flutningur, umvælingar og húsarhaldstænastur.

Ein framrokning segði, at privata tænastuvinnan skuldi rinda 271 mió. kr. í lønum í apríl.

Talið sigur 234 milliónir, nú apríl er farin. Minkingin er 14 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026