Vatnorkan hilnaðist væl í apríl

Vatnorkan hilnaðist væl í apríl
Nógv regn í fyrru helvt av apríl sæst aftur í tølunum hjá SEV
Sløk 36 prosent av orkuni, sum SEV framleiddi í apríl, vóru vatnorka
 
07.05.2020 - 08:54

Umleið aðruhvørja ferð, tú tendraði ljósið í apríl, kom elorkan frá vatni, vindi ella sólorku. Serliga var tað vatnorkan, sum hilnaðist væl í apríl, sammett við sama mánað í fjør.

Nógv regn í fyrru helvt av apríl sæst aftur í tølunum. Framgongdin í vatnorkuni var 90 prosent. Sløk 36 prosent vóru vatnorka, og 53 prosentum av orkuni kom frá olju. Vindorkan var 11 prosent í apríl, og sólorkan var 0,05 prosent. 

Eftirspurningurin eftir elorku í apríl var tann sami sum í í apríl í fjør, sigur SEV. Annars hevur støðugur vøkstur verið í eftirspurninginum seinastu árini, ofta upp ímóti 10 prosentum.

At koronatiltøkini hava minkað virksemið í samfelagnum, sæst eisini aftur í uppgerðini fyri mars og apríl. Minsta nýtslan var á páskum, sigur SEV. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040