Minsta deyðatal í tveir mánaðir

bannari
Minsta deyðatal í tveir mánaðir
Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir eru færri enn 100 fólk í Spania deyð av COVID-19 eftir einum samdøgri
950 fólk í Spania doyðu um samdøgrið av COVID-19, tá ringast stóð til í landinum
Mynd: AP (29.03.2020)  
 
17.05.2020 - 14:57

Landið boðar í dag frá, at 87 fólk eru deyð seinasta samdøgrið. Hetta er tað minsta talið í tveir mánaðir, vísa nýggjastu tølini hjá sponsku heilsumyndugleikunum.

Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Fyrradagin doyðu 102 fólk av COVID-19 í Spania, og so lítið hevur talið ikki verið í gott og væl tveir mánaðir.

Tá ringast stóð til, doyðu umleið 900 fólk um dagin av COVID-19 í Spania, tað var fyrst í apríl. Tilsamans 27.560 í Spania eru nú deyð av COVID-19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638