KÍ hartar dómaraavrikið í Fuglafirði

KÍ hartar dómaraavrikið í Fuglafirði
Í gjárkvøldið fanst KÍ at dómaraavrikinum í dystinum millum ÍF og KÍ leygardagin í grein á heimasíðu felagsins, sum seinni varð tikin burtur aftur
Petur Reinert gevur Karli Løkin gula kortið
Mynd: Andri Gerðisá  
 
26.05.2020 - 09:50

KÍ finst hvassliga at dómaraavrikinum hjá Peturi Reinert í dystinum millum ÍF og KÍ, sum var spældur leygardagin.

Tað ger felagið í grein, sum var at lesa á almennu heimasíðu felagsins, ki.fo, í gjárkvøldið, men seinni var strikað aftur av síðuni. 

 - Tey, sum vóru til dyst í Fuglafirði leygardagin, vóru vitni til nakrar sera farligar støður, har ÍF-leikarar ferð eftir ferð takklaðu bæði í luftini og aftanífrá, har tað bert gav gult kort, skrivar felagið.

Bæði Karl Løkin og Ari Ólavsson Ellingsgaard fingu gul kort fyri takklingar, sum viðmerkjarar, bæði í Føroyum og í Noreg, hava sett spurnartekin við. 
 

IF_KORT



 - Hettar eru farligar støður, sum kundu gjørt stóran skaða á okkara leikarar. Tað var sera heppið, at eingin av okkara leikarum komu skaddir frá hesum dystinum, og kundi tað væl hent seg, at eitt nú Bjartalíð gjørdist skaddur í 4 vikur ella meir í hesum dystinum, skrivar ki.fo.

 - Vit meta ikki, at dómarin ger sítt arbeiði at verja leikararnar í dystinum móti slíkum farligum takklingum, sum ikki kunnu metast sum partur av siðiligum fótbóltsspæli. Leikararnir hjá ÍF spæla soleiðis, sum dómarin loyvir teimum, og tískil er tað dómarin, sum av røttum skal verja leikarar á báðum liðunum ímóti at slíkt kemur fyri, skrivaði heimasíðan í gjárkvøldið. 

KÍ heitir í somu grein á Fótbóltssamband Føroya og dómaranevndina at hyggja nærri at dømingini í dystinum millum ÍF og KÍ.


 

 

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sigur í stuttari viðmerking, at greinin og innihaldið í henni ikki var viðgjørd av øllum pørtum, og at hon var ov hvassorðað, og tí varð hon tikin av aftur heimasíðuni.

Hann sigur, at KÍ hevur álit á, at dømingin leygardagin og sum heild verður viðgjørd og eftirmett av viðkomandi myndugleikum á rættan hátt. 

Hann leggur afturat, at pláss skal vera fyri konstruktivum kritikki, og at atfinningarnar á ongan hátt vóru vendar ímóti ÍF og spælarum teirra.

*Greinin er dagførd viðmerkingunum frá Tummasi Lervig


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650