Hendrik Egholm gevst sum stjóri á Magn

Hendrik Egholm gevst sum stjóri á Magn
Hetta er rætta løtan at ganga nýggjar leiðir, sigur hann
Hendrik Egholm hevur verið forstjóri á Magn í 13 ár
 
27.05.2020 - 15:12

Hendrik Egholm gevst sum forstjóri á Magn. Hann hevur verið forstjóri síðani oktober 2007.

Hendrik Egholm sigur í tíðindaskrivi, at eftir 13 árum í stjórasessinum er rætta løtan komin at ganga nýggjar leiðir. 

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, sigur, at við Hendriki Egholm sum stjóra er Magn vorðin ein sterk og týðandi fyritøka, sum er væl fyri at møta avbjóðingunum, m.a. skiftinum til grøna orku.

Nevndin í Magn er farin undir tilgongdina at finna nýggjan forstjóra. Fyribils røkir Johnni Poulsen starvið sum forstjóri í Magn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040