104.332 tons av olju spard

104.332 tons av olju spard
485 megawatttímar eru gjørdir úr vindi síðani farið var undir skipaða vindorkuframleiðslu í 1993
 
17.06.2020 - 07:57

Vindorkan í Føroyum hevur gjørt, at 104.332 tons av olju eru spard og 344.296 tons av CO2 útláti. Tað sigur SEV í sambandi við, at altjóða vinddagur var mánadagin.

SEV sigur, at, síðani 1993, tá farið varð undir skipaða vindorkuframleiðslu inn á netið hjá SEV, eru gjørdir nakað meira enn 485 megawatttímar úr vindi. Ein megawatttími er 1.000 kilowatttímar.

Í løtuni verður vindorka gjørd í vindmyllulundunum hjá SEV í Neshaga og í Húsahaga og í Vestmanna hjá Vindrøkt. Vindmyllur eru á veg í Porkerishaganum, í Flatnahaga oman fyri Havnina og á Eiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961