Tiltøk skulu ikki haldast seinni í ár

Tiltøk skulu ikki haldast seinni í ár
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur biðið Mentanarnevndina um at gera broytingar í uppskotinum um hjálparpakka trý
Treytin fyri at fáa stuðul úr hjálparpakkanum er, at tiltøk ikki verða seinni ár, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið
 
18.06.2020 - 13:05

Mentanarlig tiltøk, sum fáa pengar úr hjálparpakka trý, skulu ikki haldast seinni í ár.

Tað hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið biðið Mentanarnevndina hjá løgtinginum gera púra greitt í uppskotinum um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við Covid-19.

Í uppskotinum stendur, at treytin fyri at fáa stuðul er, at avlýstu tiltøkini av praktiskum ella fíggjarligum orsøkum ikki kunnu haldast seinni í 2020.

Men Taks hevur gjørt vart við, at Taks skal meta, um tiltakið kann haldast seinni í ár ella ikki. Og tað ber ikki til.

Tí skal uppskotið broytast, so eingin ivi er um, at avlýstu tiltøkini ikki verða hildin seinni í ár.

Broyta eisini aðrar orðingar

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur eisini biðið Mentanarnevndina broyta nakrar aðrar orðingar í lógaruppskotinum.

Talan er tó um lógartekniskar rættingar, sum Taks hevur mælt til at gera fyri at stuðulin verður lættari at umsita.

Innihaldið í lógaruppskotinum er ikki broytt.

Nú er orðingin um almannagagnlig tiltøk gjørd neyvari, so almannagagnligur felagsskapur, sum hevur eitt vinnuligt tiltak, fær ikki stuðul.

Og ítróttafeløg, sum eru í ÍSF, fáa ikki pengar hvørt sær, tí ÍSF fær pengarnar úr hjálparpakka trý beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040