Fekk ikki sett seg fyri mjørka

Fekk ikki sett seg fyri mjørka
Sjúkrabilurin møtti í staðin tyrluni í Fossdali
 
20.06.2020 - 13:05

Tað var so mikið tjúkt í mjørka í høvuðsstaðnum í gjár, at neyðugt var hjá tyrluni at seta seg nærhendis Velbastað, tá hon skuldi flyta ein sjúkling á Landssjúkrahúsið. 

Tað var um tvey tíðina í gjár, at MRCC fekk fráboðan um, at eitt fólk hevði tørv á hjálp. Viðkomandi var saman við øðrum í haganum nærhendis Kvívík, tá hann kendi seg illa. 

Boð vórðu send eftir tyrluni, ið tá var stødd úti í Mykinesi. 

Tað eydnaðist at fáa mannin umborð á tyrluna, men á veg suður til Havnar sást, at har var tjúkt í mjørka. Tí varð gjørt av at lenda í Fossdali við Velbastað, har sjúkrabilur tók móti manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. 

Rescue Ziska
Boð vóru eisini eftir bjargingarbátinum Rescue Ziska í gjár. Tað var ein bátur, ið var uppsteðgaður 2 fjóðringar úr Mjóvanesi, ið tørvaði hjálp.

Rescue Ziska sleipaði bátin til Leirvíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763