Russland: USA er á vandaleið

Russland: USA er á vandaleið
Russiska uttanríkisráðið sigur, at USA er í ferð við at leggja eina vandamikla kós, tá talan er um kjarnorkuvápn
Russland hevur sett CTBT-avtaluna í verk, men tað hevur USA ikki, vísir russiska uttanríkisráðið á
Mynd: Ritzau  
 
01.07.2020 - 05:18

Landið er í ferð við at bróta CTBT avtaluna, sum setur forboð fyri kjarnorkuroyndarspreingingum. Og USA ætlar sær undir slíkar royndarspreingingar aftur, skrivar Reuters.

Londini samdust um avtaluna fyri 20 árum síðani. Russland hevur sett avtaluna í verk, men tað hevur USA ikki, vísir russiska uttanríkisráðið á. Russland heitir samstundis á USA og onnur lond um at seta avtaluna í verk.

The Washington Post skrivaði 22. mai, at USA umhugsar at fara undir aftur kjarnorkuroyndarspreingingar. Hendir tað, so er tað fyrstu ferð síðani 1992, at tað verður gjørt.

Ætlanin javnan umrødd

The Washington Post skrivaði, at eingin endalig avgerð varð tikin á fundinum hjá Trump, forseta, men keldur siga fyri blaðnum, at ætlanin verður javnan umrødd.

CTBT-avtalan setur forboð fyri royndarspreingingum - eisini sjálvt um talan er um royndir til friðarlig endamál.

Avtalan setur forboð fyri royndarspreingingum í rúmdini, á havbotninum og undir jørð. ST samtykti avtaluna í september í 1996, og 183 lond hava skrivað undir avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493