Tvær rutur tiknar uppaftur - fimm aðrar ikki

Tvær rutur tiknar uppaftur - fimm aðrar ikki
Atlantic Airways fer nú aftur at flúgva til skotska býin Edinburgh og sponsku feriuoynna Gran Kanaria
Atlantic Airways flýgur nú aftur til fleiri ferðamál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2020 - 12:17

Tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, fyri útvarpinum nú á døgurða.

Men samstundis er avgerð eisini tikin um, at flúgvingin ikki verður tikin uppaftur til fimm onnur ferðamál, ið vóru partur av ferðaætlanini, áðrenn koronufarsóttin avmarkaði virksemið.

Orsøkin er, at felagið ikki metir, at hesar rutur fara at bera seg. Nýggja ferðaætlanin verður galdandi restina av árinum, men felagið er eisini farið at kanna nýggj ferðamál til næsta ár, upplýsir stjórin. 

Edinburgh og Gran Kanaria leggjast aftrat flogrutunum, ið flogfelagið Atlantic Airways longu hevur til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og Keflavíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655