Løgmálaráðharrin: Føroyar verða ikki vanvirdar

Løgmálaráðharrin: Føroyar verða ikki vanvirdar
Hóast flaggað varð 29. juni í staðin fyri ólavsøkudag 29. juli, er ikki talan um vanvirðing fyri Føroyum, sigur Nick Hækkerup
Tað er ikki vanvirðing fyri Føroyum, sum ger, at almennir bygningar í Danmark flagga á skeivum døgum, sigur Nick Hækkerup, ráðharri í løgmálum
 
07.07.2020 - 17:16

Tað sigur danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Fyri aðru ferð í fimm ár flaggaðu almennir bygningar í Danmark fyri Føroyum 29. juni.

Í 2016 samtykti stjórnin í Danmark, at millum annað ólavsøkudagur er almennur flaggdagur í Danmark, føroyskur flaggdagur. Hetta varð gjørt fyri at sýna Føroyum virðing.

Men í 2016 varð litsamansetingin í Merkinum, sum fór í húnar hátt á almennum bygningum í Danmark skeiv. Krossurin var bláur og ikki reyður. Og í 2018 og nú í 2020 varð flaggað við Merkinum 29. juni.

Nick Hækkerup vónar, at talan er um barnasjúku, "begynderfejl", tí føroyski flaggdagurin, ólavsøkudagur, er so nýggjur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025