Kring Føroyar byrjar í dag

Kring Føroyar byrjar í dag
Stóra súkklukappingin, Volvo kring Føroyar, byrjar í dag við teininum úr Gásadali til Klaksvíkar
Strekki: Dávur Magnussen og hini í opna bólkinum skulu súkkla góðar 500 kilometrar upp á fimm dagar
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
08.07.2020 - 14:15

Í dag byrjar stóra føroyska súkklukappingin, Volvo kring Føroyar.

Teir umleið 20 súkklararnir skulu í dag leggja teir 105 kilometrarnar frá Gásadali til Klaksvíkar afturum seg.

Gunnar Dahl-Olsen segði í ítróttarsendingini, 3-2, í gjár, at Dávur Magnussen er favorittur at vinna kappingina.

 - Eg veit, at hann ikki hevur vant so nógv, sum hann gjørdi upp til oyggjaleikirnar á Gibraltar í fjør, men hann er øgiliga væl fyri, segði royndi súkklarin.

 - Vit hava koyrt saman í ár, og hann klárar seg ótrúliga væl, tað ger hann, segði Gunnar Dahl-Olsen, sum eisini verður við í kappingini. 

Jákup Petur kann kappast um sigurin

Jákup Petur Eliassen, sum saman við Dáva Magnussen og øðrum umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Gibraltar síðsta summar, kann eisini bíta frá sær, heldur Gunnar Dahl-Olsen.

 - Hann hevur ment seg øgiliga nógv seinastu árini. Hann var eisini við á Gibraltar, og hevur vant øgiliga nógv, bæði triathlon og eisini súkkling, segði 55 ára gamli Gunnar Dahl-Olsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096