Washington Redskins skiftir navn

Washington Redskins skiftir navn
Washington Redskins, sum spælir amerikanskan fótbólt í National Football League, fær nýtt navn eftir trýst frá bólkum, sum mótmæla rasismu
Mynd: GETTY  
 
13.07.2020 - 17:41

Washington Redskins fer í næstum at skifta navn.

Amerikanska liðið, sum spælir amerikanskan fótbólt í deildini, National Football League, hevur tikið avgerðina, eftir at fólk og bólkar, sum mótmæla rasismu, hava lagt trýst á í longri tíð, skrivar The Independent.

Felagið skal eisini hava nýtt eyðkennismerki.

Størsti stuðulin vildi hava navnabroyting

Hetta hendir, eftir at størsti stuðulin, FedEx-fyritøkan, vildi hava navnið broytt, og Nike hevði tikið Redskins-klæðir av heimasíðu sínari. 

Indiánska upprunafólkið hevur leingi grundgivið fyri, at bæði navnið og eyðkennismerkið eru rasistisk, og eftir at Black Lives Matter-rørðslan tók seg upp, er stuðulin vaksin. 

 - Eigarin, Dan Snyder, og venjarin, Ron Rivera, arbeiða saman um at menna eitt nýtt navn og snið, sum skal styrkja um okkara støðu sum eitt traditiónsríkt felag, og sum fer at hugvekja bæði stuðlar, viðhaldsfólk og nærfelagsskapin næstu 100 árini, skrivar felagið í tíðindaskrivi sambært The Independent.
 

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083