57 sjómenn fingið koronu

bannari
57 sjómenn fingið koronu
Argentinsku sjómenninir hava fingið staðfest smittuna, hóast teir vórðu kannaðir og avbyrgdir áðrenn túrurin byrjaði
Trolarin kom aftur í havn í býnum Ushuaia eftir at manningin fekk sjúkutekin
Mynd: AFP  
 
14.07.2020 - 09:32

57 argentinskir sjómenn hava fingið koronu eftir at hava verið fimm vikur til sjós og tvær vikur í sóttarhaldi, áðrenn teir fóru umborð.

Hetta undrar heilsumyndugleikarnar í argentinska landslutinum, Tierra del Fuego, ið eru farnir at kanna málið. Trolarin "Echizen Maru" fór at sigla inn eftir fimm vikur til fiskiskap, tí fleiri av manningini høvdu sjúkutekin.

Myndugleikarnir hava staðfest, at 57 av manningini, sum telur 61, eru hava korona. Áðrenn skipið fór undir túrin var øll manningin í sóttarhaldi í tvær vikur, og øll manningin varð kannað áðrenn túrin.

Óvist, hvussu manningin varð smittað

Vanliga er ígerðartíðin fyri korona millum tveir og 12 dagar. Tí undrar tað myndugleikararnar, at sjómenninir fóru at vísa sjúkutekin sjey vikur eftir, at teir seinast vóru í sambandi við onnur.

– Tað er trupult at staðfesta, hvussu manningin er vorðin smittað, tá vit hugsa um, at tey ikki hava havt samband við nakran í landi í 35 dagar og bara hava fingið proviant frá lokalu havnini, sigur Alejandra Alfaro, sum er leiðari fyri lokalu heilsumyndugleikarnar.

Eitt toymi av serkønum er nú farið í gongd við at kanna, nær hvørjir av manningini fingu sjúkutekin, fyri at finna smittukelduna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213