Bæði innlán og útlán minkaðu

Bæði innlán og útlán minkaðu
BankNordik sigur, at tørvurin hjá fyritøkum og húsarhaldum á fíggjarligari hjálp er minkaður
 
04.08.2020 - 08:54

Korona hevur ikki ávirkað BankNordik so nógv sum væntað. Tað sigur bankin, sum í dag kunnger roknskapin fyri fyrra hálvárið.

Úrslitið fyri skatt er 74 milliónir krónur. Tað var 151 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Eftir skatt er avlopið hjá BankNordik í fyrra hálvári í ár 58 milliónir krónur.

Bæði innlán og útlán minkaðu í hálvárinum. Innlánini vóru 14,2 millardir í fjør, tey fóru niður í 13,1 milliard. 

Tørvurin hjá fyritøkum og húsarhaldum minkaður

Útlánini vóru 10,1 milliard, tey fóru niður í 9,9 milliardir. Men solvensurin fór úr 19,6 prosentum fyrra hálvár í fjør upp í 24 prosent í ár.  

BankNordik sigur, at tørvurin hjá fyritøkum og húsarhaldum á fíggjarligari hjálp er minkaður. Bankin gjørdi av fyrst í mars fyribils ikki at gjalda vinningsbýti fyri 2019.

Men tann avgerðin verður endurskoðað, um búskaparliga gongdin ikki broytist munandi. BankNordik hevur sett av 35 milliónir krónur móti tapum, sum standast av koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738