Fleiri hava vent sær til KRIS í ár

Fleiri hava vent sær til KRIS í ár
Í apríl vóru 15 fráboðanir og bara sjey sama mánað í fjør
Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum gevur kynsliga misnýttum fólkum vegleiðing og hjálp
 
14.08.2020 - 14:13

74 fólk vendu sær til KRIS fyrra hálvár í ár, trý fleiri enn fyrra hálvár í fjør.

Líkt er til, at korona ávirkar tølini nakað hjá Kris. Í mars í ár vóru níggju fráboðanir, í mars í fjør vóru 18.

Men í apríl vóru 15 fráboðanir í ár og bara sjey í fjør.

Í mai vóru so aftur færri í ár enn í fjør. Tær voru 12 í fjør og sjey í ár. 

Men í juni vóru seks í fjør og tíggju í ár.

Landið læt aftur

Orsøkin til lágu tølini í ár kann vera, at landið læt aftur, skúlar og dagsstovnar stongdu og arbeitt bleiv heima.

Møguliga gjørdi tað, at aðrir trupulleikar vórðu lagdir til viks fyribils.

Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum gevur kynsliga misnýttum fólkum vegleiðing og hjálp, og upplýsir um kynsligan ágang. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044