ES viðurkennir ikki forsetavalið í Hvítarusslandi

ES viðurkennir ikki forsetavalið í Hvítarusslandi
Bæði andstøðan í landinum og lond í vesturheiminum siga, at svik varð framt á forsetavalinum 9. august
Forsetin í Hvítarusslandi, Lukasjenko, hevur verið undir hørðum trýsti síðani valið fyrr í hesum mánaðinum
 
19.08.2020 - 14:58

ES-londini viðurkenna ikki úrslitið av forsetavalinum í Hvítarusslandi.

Tað sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, eftir at ES-leiðararnir hava viðgjørt støðuna í dag.

Bæði hvítarussiska andstøðan og fleiri lond í vesturheiminum hava sagt, at tað var svik á forsetavalinum tann 9. august, sum gav sitandi forsetanum, Aleksandir Lokashenko 80 prosent av atkvøðunum.

Vil býta valdið

Nógvur ófriður og mótmælisgongur hava verið, síðani valúrslitið gjørdist alment.

Aleksandr Lukasjenko, forseti, hevur síðani slakað og sagt, at hann er sinnaður at býta valdið sundur, og at broyta grundlógina.

Tað skal tó gerast eftir hansara treytum, og ikki undir trýsti frá mótmælisfólkunum, segði Lukasjenko fyrr í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025