B36 skal møta gomlum kenningum

B36 skal møta gomlum kenningum
B36 skal spæla ímóti The New Saints í øðrum undanumfari til Evropa League. - Hetta er eitt gott lutakast, sigur Jákup á Borg, B36-venjari
B36 fekk tað lutakastið, sum felagið ynskti sær
 
31.08.2020 - 12:10

B36 skal spæla ímóti The New Saints úr Wales á heimavølli í øðrum undanumfarinum til bólkaspælið í Europa League-kappingini. 

Hetta varð greitt eftir at luttakast var fyri løtu síðani.

 - Eri eri øgiliga væl nøgdur, sigur Jákup á Borg við Kringvarpið. 

 - Longu tá tað vórðu eini 30 lið í pottinum, tosaðu vit um, at tað besta helst hevði verið at fingið teir á heimavølli. Tá tað so hendi, kann mann ikki vera annað enn nøgdur.

 - So skal eg skunda mær at leggja afturat, at øll liðini í pottinum eru sterk, og tað er ikki soleiðis, at vit kenna okkum tryggar um at koma víðari, leggur B36-venjarin afturat.

Dysturin skal spælast 17. september.

Ikki fyrstu ferð

B36 spældi eisini móti The New Saints í evropeiskum fótbólti í 2015. Tað var í undankappingini til Champions League. 

Ta ferðina tapti B36 báðar dystirnar, 4-1 á útivølli og 2-1 á heimavølli.

The New Saints endaðu á 2. plássi í walisisku kappingini í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096